Innanlands

Skipini hjá Palla hjá Marionnu avreiddu fyri góðar 400 milliónir

Norðborg var betra skipið hjá samtakinum Palla hjá Marionnu í 2025

Norðborg avreiddi fyri 237,6 milliónir krónur í fjør (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðborg avreiddi fyri 237,6 milliónir krónur í fjør (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-06 12:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Samtakið Palli hjá Marionnu eigur og rekur í dag tvey uppsjóvarskip, sum hava avreitt fyri 409,1 milliónir í 2025.

Norðborg er verksmiðjuskipið hjá samtakinum, og avreiddi fyri 237,6 milliónir í 2025. 

Hitt skipið, sum er Christian í Grótinum, hevði eisini eitt gott ár, og avreiddi fyri 171,5 milliónir krónur í 2025. 

[object Object]Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umframt hesi bæði skipini, so keypti samtaki uppsjóvarskipið Jupiter við kvotum í summar, men kvoturnar hjá Jupiter eru deildar millum Norðborg og Christian í Grótinum, og tí hevur Jupiter ikki verið í vinnu við nýggju eigarunum, og er tí ikki við í útrokningini. 

Hóast skipini hava avreitt fyri góðar 409 milliónir krónur í fjør, so var árið 2024 betri, tá ið samlaða avreiðingarvirði hjá uppsjóvarskipinum hjá samtakinum var 415,1 milliónir krónur. 

Christian í Grótinum avreiddi fyri 210,2 milliónir í 2024, og Norðborg avreiddi fyri 204,9 milliónir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder