Innanlands

Skipini hjá Varðanum avreiddu fyri yvir 600 milliónir í fjør

Skipini hjá Varðanum avreiddu fyri yvir 600 milliónir í fjør

Finnur Fríði var besta skipið hjá Varðanum í fjør, og fiskaði fyri 191 milliónir krónur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði var besta skipið hjá Varðanum í fjør, og fiskaði fyri 191 milliónir krónur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-05 08:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Samtakið Varðin eigur fýra uppsjóvarskip í fýra ymsikum dótturfeløgum.

Besta skipið hjá samtakinum er eisini tað nýggjasta hjá Varðanum.

Finnur Fríði avreiddi fyri 191 milliónir krónur í fjør.

Síðani kemur tað elsta uppsjóvarskipið hjá samtakinum, Tróndur í Gøtu við einum avreiðingarvirði á 187 milliónir krónur. Gøtunes fiskaði fyri 177,4 milliónir krónur í fjør og liggur á einum triðjaplassið.

[object Object]

Gøtunes (Savnsmynd Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Niðast á listanum yvir uppsjóvarskip hjá Varðanum er eisini tað skipið, sum hevur minst kvotu. Tummas T fiskaði í fjør fyri 79 milliónir krónur.

[object Object]

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tilsamans gevur hetta eitt avreiðingarvirði á 634,4 milliónir krónur hjá samtakinum fyri 2025 sambært yvirlitinum hjá Vørn.

Hetta er eitt munandi betri ár enn árið fyri, tá ið samalaða avreiðingarvirði hjá uppsjóvarskipunum hjá samtakinum var 546,5 milliónir krónur. 

Besta skipið hjá Varðanum í 2024 var Gøtunes, sum fiskaði fyri 177,9 milliónir krónur. 

Síðani kom gamli Finnur Fríði, sum skifti navn til Trónd í Gøtu, sum avreiddi fyri 177,6 milliónir krónur. 

Nýggi Finnur Fríði, sum kom í august 2024, fiskaði fyri 118,9 milliónir krónur, og Tummas T fiskaði fyri 72,1 milliónir krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder