Til heystar verður væntandi aftur fiskaarbeiði á gamla flakavirkinum úti á Støð heima á Sandi.
Tað letur upp aftur – ikki sum flakavirki, men sum góðskingarvirki. Ætlanin er at framleiða burtur úr úrdráttum, sum í løtuni ikki verða gagnnýttir.
- Okkara virki fer bert at taka ímóti fiski, sum flakavirkini ikki eru áhugað í ella hava brúk fyri, eitt nú avskurði og øðrum fiskaúrdráttum, sigur Eyðvarur Petersen, ein av stigtakarunum til góðskingarvirkið. Vónin er eisini at fáa lut í uppisjóvarkvotum, so at virkið kann góðska makrel og annan uppsjóvarfisk eisini.
Tað er eitt felag undir stovnan, sum hevur ætlanirnar um at innrætta virkið av nýggjum fyri at fara undir heilt aðra framleiðslu, enn tað, sum vanliga hevur verið framleitt á føroyskum flakavirkjum.
Eyðvarur Petersen og Heri Sverrason, borgarstjóri (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fólkini handan ætlanina eru somu menn, sum eiga línuskipið Sandshavið.
Eyðvarur og komandi felagið fáa atgongd til virkisbygningin úti á Støð, tí hesin júst er yvirtikin av Sands kommunu eftir at hava ligið óvirkin meira ella minni í fleiri ár. Leiguavtala, meira ella minni klára at skriva undir, er gjørd millum kommununa og menninar handan Sandshavið, ið er einasta virkna fiskifarið, sum beinleiðis er heimahoyrandi heima á Sandi.
- Vit ynskja nýggju leigarunum blíðan byr og vóna, at teir kunnu fara undir sítt nýggja og sera spennandi virksemi her í bygdini skjótast gjørligt, sigur Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi.
Sands kommuna hevur keypt virkisbygningin frá Óla og Ann-Dorith Nattestad fyri eina krónu umframt eitt lyfti um at strika falna leiguskuld.
Les meira um ætlanina heima á Sandi í Blaðnum Vikuskifti, ið kemur út í morginárið klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald