- Eg var ivingarsamur til útgerðina. Eg visti og kendi tað vit høvdu, og at tað hevði staðið sína roynd gjøgnum áratíggju. Men nú, umleið tvey ár seinni, má eg siga, at eg gerist fegnari og fegnari fyri útgerðina.
Tá nýggi Kambur kom á Skála 1. septembur, kom samstundis nýggj slóðbrótandi útgerð til línufiskiskap til landið. Gamalt var, at hydraulikur dreiv meginpartin av útgerðini umborð, men nú er grøna innrásin av el-útgerð, eisini við at koma umborð á línuskipini.
- Útgerðin er úrslit av samstarvið millum íslendska Catch-line og norska Mørenot. Akkurát hvussu teir samstarva veit eg ikki, men hetta úrslitið er gott!
Tað sigur norski maskinmeistarin umborð á Kambi, Henning Ytrøy. Hann hevur siglt við har sum maskinmeistari síðstu tíggju árini.
Útgerðin Henning tosar um er eitt el-rikið línuspæl. Vanligt hevur verið, og er á flestu línuskipum enn, at spølini eru rikin við hydrauliki. Kambur, fyrrverandi Veststeinen, er bara næsta skipið í Norra, sum hevur el-rikið línuspæl.
- Spælið verður rikið av el. Tað vil siga, at bæði spælið, afturhálarin og spælið afturi í skúrinum, sum hálar línuna aftur í skúrin, eru el-rikin. Tá spælið startar og steðgar, so starta og steðgar báðir afturhálarnir samstundis, sigur Henning.
Tá Henning verður spurdur hvørjir fyrimunir eru við el-rikna spælinum svarar hann.
- Teir eru fleiri. Tað er nærum ljóðleyst, ongin oljudálking, einfaldari at seta upp, tí tað hevur bara leidningar og so verður tað stýrt av einum lítlum handtaki (Joystick).
Spælið kann eisini stýrast av brúnni, har skiparin sær alt á eini teldu.
Harafturat brenna vit 100 -150 litrar minni av olju um samdøgri, alt eftir hvussu djúpt vit royna, sigur hann.
- El-útgerðin og stýringin av spælinum er samlað í einum skápið, sum stendur frammi undir bógnum. Tað riggar væl, men eru avbjóðandi trupulleikar, sum tað nærum ikki eru longur, so hava vit samband yvir alnetið við serkønar í landi. Spælið er sera lagaligt og tá vit draga í sjaskveðri, lagar tað sjálvvirkandi dragingin eftir veðrinum, sigur HeHenning.
Teimum umborð á Kambi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald