Innanlands

Smáar mongdir av makreli at síggja

Jákup Sverri komin aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2023-07-26 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. 

Havstovan skrivar, at makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan í ár ikki er stórt øðrvísi enn tvey tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama frá ári til árs – og rætta myndin fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum luttakandi skipunum verður greinað saman. Mest var fingið av fýra ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri).

Sum heild var lítið at fáa av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest nær Íslandi. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var sjey ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum.

Svartkjaftur var at síggja mestsum allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild tvey og trý ára gamal svartkjaftur. 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Danmark. Skipini úr Noregi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum. 

Samlaða vísitalið fyri makrel frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan august, og skal brúkast í stovnsmetingini um mánaðarskiftið august-september.

Føroyska túrfrágreiðingin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder