Innanlands

Smáligur sildafiskiskapur

Uppsjóvarskipini hava vánaliga sildafiskiskap í løtuni

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-11-07 08:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flestu uppsjóvarskipini eru í løtuni á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, men fiskiskapurin er sera smáligur.

Gøtunes, Norðborg, Katrin Jóhanna og Finnur Fríði eru øll á sildafeltinum í íslendskum sjógvi, har tey leita eftir sild saman við íslendskum skipum.

Ango hevur sett kós móti feltinum aftur, og Birita er í skrivandi løtu ávegis á Kollafjørð at bíða til fiskiskapurin tekur seg upp.

Borgarin hevur lagt seg í Ánirnar at bíða meðan Norðingur, Tummas T og Tróndur í Gøtu leitað norðanfyri. 

Arctic Voyager er á svartkjaftaveiðu eystanfyri, og Christian í Grótinum er á svartkjaftaveiðu sunnan fyri Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder