Innanlands

Sóknast eftir føroyingum at fiska plast millum Hawaii og San Francisco

Fyritøkan Fishfacts hevur fingið til uppgávu at finna 2-3 personar til Ocean Cleanup Project

2022-01-19 06:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska fyritøkan Fishfacts hevur fingið til uppgávu at finna 2-3 persónar til verkætlanina, Ocean Cleanup Project, ið hevur til endamáls at fiska plast í sonevnda “the Great Pacific Garbage Patch”, sum er økið millum Hawaii og San Francisco.

Talan er um rímiliga eksotiskar arbeiðsumstøður, har tú ert 6 vikur heima og 6 vikur úti, umframt 5-6 dagar transit hvønn vegin, sigur Hanus Samró frá Fishfacts.

- Sjálvt um tað verður siglt úr Victoria, British Colombia, Kanada, skal tú ikki stúra fyri kulda og frostsárum, men heldur minnast til at pakka kuffertið við sólkremi og brillum, soleiðis at tú kanst verja teg móti sólstingum, verður sagt.

Í fyrstu atløgu verður arbeiðið avmarkað til august 2022, men tað verður mest sannlíkt longt til desember 2022.

Fyri at søkja skalt tú hava royndir við fiskiskip, royndir við troli og at duga at bøta trol.

Løn eftir avtalu, verður sagt.

Umsókn og lívsrensl, sum skulu vera á enskum kann sendast til [email protected].


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder