
Í dag vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk.
Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua)”. Í ritgerðini eru fimm vísindaligar greinir, sum allar eru givnar út ella góðkendar til útgávu í altjóða vísindaligum tíðarritum.
Sólvá Jacobsen hevur verið innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og hevur í lestrartíðini verið starvssett á Havstovuni. Vegleiðarar vóru Karin Margretha Húsgarð Larsen (høvuðsvegleiðari) og Eilif Gaard, granskarar á Havstovuni, bæði adjungeraðir lektarar á Fróðskaparsetrinum og Peter Grønkjær, professari á Århus Universitet.
Í metingarnevndini vóru Anni Djurhuus, Fróðskaparsetrið (forkvinna), Torkel Gissel Nielsen, professari á DTU og Stamatina Isari, granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen.
Verjan var á Fiskastykkinum í Sandavági. Fyrst legði Sólvá fram sína gransking og niðurstøður. Síðan settu teir báðir andmælingarnir, Torkil G. Nielsen og Stamatina Isari, henni spurningar. Tey tjakaðust um ymiskar lutir í ritgerðini og Sólvá svaraði sera væl fyri seg.
Metingarfólkini lótu sera væl at ritgerðini og róstu Sólvá Jacobsen fyri hennara gransking.
Verkætlanin varð fíggjað av Granskingarráðnum, Statoil, Fiskivinnuroyndum og Havstovuni.
Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald