Innanlands

Sørin Petersen av Viðareiði vann lutakastið

Hósdagin var árliga lutakastið um 12.500 krónur millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn til Havstovuna farna árið

2021-12-11 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 9. desember var árliga lutakastið um 12.500 krónur millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn til Havstovuna farna árið.

Tað var Sørin Petersen við trolaranum Fiskakletti, sum vann lutakastið. Merkti fiskurin var ein toskur, sum varð merktur 28. september 2019 norðan fyri Føroyar. Hann var tá 45 cm langur, skrivar Havstovan.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Barbara Løwe Sørensen tók tann vinnandi seðilin, og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder