Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár var 407,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 28.200 tons, harav 17.600 tons vórðu tikin í Føroyum og 10.600 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 348,4 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 52,9 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 57,4 milliónir krónur.
Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 428,1 milliónir krónur í mun til 471,7 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri fyrra hálvár var rakstrarúrslitið 631 milliónir krónur í mun til 430 milliónir krónur sama tíðarskeiðið 2020, og úrslitið eftir skatt var 836 milliónir krónur fyrra hálvár 2021 mótvegis 324 milliónum sama tíðarskeið í 2020.
(Mynd: Bakkafrost)
Væl nøgd við úrslitið
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin hevur verið merktur av korona farsóttini, men hóast hetta er marknaðurin batnaður nógv í hesum ársfjórðinginum.
- Serliga er hettar galdandi fyri amerikanska marknaðin, ið er vaksin nógv. Altjóða tøkan av laksi øktist bert eitt prosent í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tó eru munandi nøgdir av frystum laksi, ið hevur ligið á goymslu, eisini seldar á heimsmarknaðin. Tískil øktist samlaða útboðið av laksi nærum 9 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør.
- Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 og fyrru helvt av 2022 góð, tí nógv minni av laksi kemur á marknaðin samanborið við sama tíðarskeið árið fyri.
- Vit eru serstakliga væl nøgd við at okkara smoltstøðir í Føroyum áhaldandi mennast. Í hesum ársfjórðingi hava vit sett út 3,2 milliónir smolt í Føroyum við miðalvekt uppá heili 422 gramm. Sostatt eru vit næstan komin á mál í mun til strategiina hjá okkum um at ala stór smolt við miðalvekt á 500 gramm. Útbyggingarnar av okkara smoltstøðum ganga sum heild væl, bæði í Føroyum og í Skotlandi, har størri og betri smolt fer at hava sera stóra jaliga ávirkan á alingina. Tískil er hettar høgt raðfest í okkara umfatandi íløguætlan fyri virksemið í Føroyum og Skotlandi.
- Íløguætlanin gagnar eisini samfelagnum sum heild, tí nærum tveir triðingar av teimum vørum og tænastum vit keypa, eru frá lokalum veitarum. Í fyrru helvt av 2021 hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 876 milliónir krónur og fyri 500 milliónir krónur í Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald