Í hesum døgum er altjóða netráðstevnan um laksalús, sum Fiskaaling skipar fyri. Omanfyri 800 luttakarar úr øllum heiminum hava teknað seg til Sea Lice Online 2021 ráðstevnuna.
Heimsins fremstu serfrøðingar innan fyri laksalús hittast vanliga annaðhvørt ár til stóra ráðstevnu. Tann seinasta var í Kili í 2018, og síðani skuldi næsta ráðstevnan vera í Føroyum í september 2020. Men so kom Korona.
Tiltakið varð sett í bíðistøðu, og í løtuni er ætlanin, at henda stóra ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í mai 2022.
Men lúsagranskarar kring heimin hava støðugan tørv á at hittast og leggja fram granskingarúrslit og at kjakast um hesi. Fyri at tíðin ikki skuldi gerast ov long til næstu lúsaráðstevnuna, so valdi Fiskaaling at bjóða inn til eina altjóða netráðstevnu, sum samstundis er ein undanráðstevna, har øll kunnu luttaka.
Skráin fevnir um tríggjar dagar, tó bert tveir tímar um dagin, fyri at luttakarar í øðrum tíðarsonum kunnu fylgja við. Á skránni eru nógvir av heimsins fremstu granskarum, sum leggja fram um trý høvuðsevni: 1) Host and parasite biology: keys for control, 2) Environmental impacts and societal responsibility, og 3) Expanding options for integrated pest management: improved tools for a sustainable future.
Áhugin hevur verið metstórur fyri tiltakið, har fleiri enn 800 luttakarar úr 34 ymiskum londum hava teknað seg.
Ráðstevnan er ókeypis, og leinkja liggur á heimasíðuni hjá Fiskaaling.
Netráðstevnan er eitt einastandandi høvi fyri tey, ið arbeiða við laksalús, at hoyra um fremstu gransking á økinum frá heimsins fremstu serfrøðingum. Vit fegnast um at kunna vera veitarar í hesum sambandinum, og vit gleða okkum almikið at vera vertir fyri stóru lúsaráðstevnuni næsta ár í Føroyum, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.
Ráðstevnan Sea Lice Online heldur fram í dag kl. 14.00-16.00 og í morgin, hósdagin, kl. 14.00-16.00.
Fiskaaling
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald