2022-10-19 07:32
Danska uppsjóvarskipið Astrid kom í gjár á Fuglafjørð við makreli, sum skal landast til Pelagos.
Astrid hevur 1150 tons av makreli, sum skal landast til Pelagos, og síðan fer skipið aftur til fiskiskap.
Nýggja flaggskipið í danskari fiskivinnu er tað størsta, sum er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og er skipið, sum bleiv bygt næst eftir Christian í Grótinum, sum kom til Klaksvíkar í januar í ár.
Nýggja Astrid er knappar 92 metrar langt og 17 til 18 metar breitt. Nýggja Astrid lastar umleið 3400 tons við køling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald