Innanlands

Stýrimaðurin er væl nøgdur

Fiskiskapurin hevur verið góður og prísurin eisini. Fyrst í árinum royndu við Føroyar og síðani hava vit roynt við Ísland og Eysturgrønland, sigur Osvald Danielsen, stýrimaður, á frystilínuskipinum Klakki

Osvald Danielsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Osvald Danielsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-19 19:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Árið hevur gingið ordiliga væl. Fiskiskapurin hevur verið góður og prísurin eisini. Fyrst í árinum royndu við Føroyar og síðani hava vit roynt við Ísland og Eysturgrønland.

Tað sigur Osvald Danielsen, stýrimaður, á frystilínuskipinum Klakki úr Klaksvík.

- Skipið riggar væl og dragibrunnurin við. Tað er bæði trygt og lætt at arbeiða umborð, og serliga um veturin, tá tað mangan er burdrasligt veður, sigur hann 

-Eg trívist sera væl umborð á Klakki, sum jú er eitt av bestu línuskipunum í Norðuratlanshavið. Vit eru 17 mans við og tvær manningar hoyra til skipið, sigur hann.

- Tá vit eru inni og landa fer skipið avstað aftur saman dag.Tað er bara gjørligt, tí tvær manningar hoyra til skipið, sigur Osvald.

- Eftir ætlan fer Klakkur á Flemmish Cap í komandi viku. Tað verður spennandi tí fiskiskapurin hevur verið góður har síðstu árini, sigur Osvald.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Osvald er ein av mongu fólkunum, sum hava vitjað básin hjá Sjómansmissiónini á Atlantic Fair í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder