Innanlands

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag havt aðalfund

Felagið er munandi styrkt hettar seinasta árið, og m.a. er virðið á fiskinum, sum limirnir hava selt, økt 66%

2022-01-09 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði ársaðalfund 7. januar 2022. Aðalfundurin var á matstovuni Barbara, og 24 av um 30 limunum vóru møttir upp.

Formaðurin, Jógvan Trondesen Andreasen, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá virkseminum farna árið.

Felagið hevur seinasta árið, saman við Tórshavnar Havn og landingarmiðstøðini Barðið, megnað at bøtt munandi um karmarnar hjá útróðrarbátunum í Suðurstreymi. Tórshavnar Havn hevur nú yvirtikið kranan hjá felagnum og arbeiðir nú við at flyta kranan til hóskiligari stað. Limirnir kunnu nú leiga seg inn í heilt nýrenoveraðan egningarskúr har teir bert leiga sín egna part – soleiðis eru nú átta bátar, sum hvør leiga seg inn í sama skúr. Hetta er nógv smidligari, pláss er blivið fyri nógv fleiri og loysnin er væl bíligari enn áður. Aðrar ábøtur á allar egningarskúrarnar eru eisini avtalaðar við Tórshavnar Havn, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Í samstarvi við landingarmiðstøðina Barðið er nú komin skipan í lag har bátarnir kunnu landa bløðgaðan daggamlan fisk og sleppa útróðrarmenninr tí undan tí ofta sera arbeiðskrevjandi kryvjingini. Eisini kunnu limirnir nú selja sín fisk á meira smiðligan hátt; veiðan kan nú seljast bæði á Gólvuppboðsmarknaðinum (sum fyrr) og á Telefonuppboðssøluni alt eftir sum útróðrarmaðurin metir er skilabest.

Felagið hevur verið sera virkið í samskifti við mynduleikarnar um at bøta um korini hjá útróðrinum. Tað hevur latið inn hoyringssvar í sambandi við lógar- og reglugerðir sum snúgva seg um viðurskiftir felagsins. Í hesum virkinum hevur felagið havt tætt samstarv við onnur útróðrarfeløg kring landið, skrivar felagið.

Síðani var roknskapurin lagdur framm og vísti hann, at felagið er munandi styrkt hettar seinasta árið. Mest áhugaverda er helst, at virðið á fiskinum sum limirnir hava selt, er økt ikki minni enn 66%. Orsøkin er ein samanrenning av at felagið hevur fleiri limir sum avreiða, væl betri fiskaprísum og kanska nakað batnaðum avreiðingarnøgdum, skrivar Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.

Á skránni var eisini nevndarval, og skipaði nevndin seg beint eftir valið.

Jógvan Trondesen Andreasen, heldur framm sum formaður, Ragnar Hentze, heldur framm sum næstformaður, og Sámal Lindenskov er nevndarlimur.

Sámal er nývaldur og kemur í nevndina fyri Carl August Arge sum takkaði fyri seg eftir 10 ára nevndararbeiði. Doru Tiberiu Á Torvlaðnum, heldur fram sum tiltakslimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder