Innanlands

Suðurvarði sum nýggjur

Síðstu mánaðirnar er Suðurvarði, hjá O/C Joensen á Oyri nærum “endurføddur”. Frá at vera rækjutrolari er hann umbygdur til garna- og krabbaskip

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-12-16 20:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Skipið er gamalt, tí tað er bygt í 1975. Kortini er tað nú sum nýtt og í fínasta standi, tí alt er nýtt umborð.

Síðstu mánaðirnar er Suðurvarði, hjá O/C Joensen á Oyri nærum “endurføddur”. Frá at vera rækjutrolari er hann umbygdur til garna- og krabbaskip.

Motorurin, giri, aksil og skrúva eru skift, og allar rør- og el-skipanir eru gjørdar av nýggjum. Øll frystiútgerðin er eisini nýggj, so skipið er í sera góðum standi.

Nærum alt hetta arbeiðið er gjørt á Oyri.

Síðani hevur skipið verið hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, har tað er sandblást og málað. Suðurvarði liggur nú á Skála, har brúgvin skal gerast av nýggjum innan og messa og kømur skulu hampast. Eftir tað skal tað endaliga riggast til garna- og rúsuveiði.

- Skipið er gamalt, tí tað er bygt í 1975. Kortini er tað nú sum nýtt og í fínasta standi, tí alt er nýtt umborð. Tað kemur at fiska við gørnum eftir svartkalva og kann eisini fiskað við rúsum eftir krabba, sigur reiðarin Hans Andrias Kelduberg.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder