Innanlands

Svartkjaftafiskiskapurin verður nú settur á pausu

Arctic Voyager, Tróndur í Gøtu, Borgarin og Gøtunes eru øll komin inn at landa

Arctic Voyager er eitt av skipunum, sum landar svartkjaft í løtuni: Savnsmynd )Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager er eitt av skipunum, sum landar svartkjaft í løtuni: Savnsmynd )Kiran Jóanesarson)

2020-12-16 20:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Voyager hevur júst landað eina svartkjaftalast til Havsbrún, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Teir høvdu umleið 1600 tons av svartkjafti við til lands, sum teir byrjaðu at landa í dag. Teir verða lidnir í kvøld, og síðan skal Tróndur í Gøtu landa.

Tróndur í Gøtu hevur 900 tons av svartkjafti, sum teir upprunaliga skuldu landa til Varðan Pelagic, men av tí at svartkjafturin ikki var nóg góður at landa til matna, varð avgjørt at fara á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaftin til ídnað.

Aftaná Tróndur í Gøtu skal Borgarin landa 2400 tons av svartkjafti, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Á Tvøroyri er Gøtunes komin inn við umleið 700 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic, har fiskiskapurin verður landaður til matna. 

Flestu uppsjóvarskipini koma nú inn, soleiðis at manningin sleppur í jólafríð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder