2026-04-30 20:05
Uppsjóvarskipini Tummas T og Tróndur í Gøtu eru bæði komin inn at landa.
Tummas T hevur landað 550 tons av gulllaksi til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað vestan fyri Føroyar.
Tá ið liðugt var at landa, fór Tummas T á Runavík at liggja til skipið fer aftur til fiskiskap.
Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hevur 1.500 tons við til lands.
Svartkjafturin verður landaður til matna hjá Varðanum Pelagic.
Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, skal Gøtunes landa til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald