2022-01-04 07:44
Uppsjóvarskipið Borgarin skal í dag landa 1.600 tons av svarttkjafti til Havsbrún, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.
Borgarin hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og síðan til fóður hjá Havsbrún.
Hjá Pelagos, sum er uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, skal Birita landa umleið 450 tons av sild, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi.
Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald