2025-12-02 09:12
Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Tasiilaq hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnafyri Føroyar, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Við til lands hevur Tasiilaq 520 tons, sum skal landast til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald