Tavan Sp/f í Leirvík, hevði eitt rakstraravlop skatt var 7,7 mió.kr. Sjálvt um ikki er talan um tað besta úrslitið hjá Tavuni, so er úrslitið væl betur enn í 2020, tá avlopið var 4,9 mió.kr. Eigararnir hava avgjørt, at útluta 5 mió.kr. í vinningsbýti.
Roknskapurin fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin øktist við 19 prosent í mun til 2020 til 31,3 mió.kr. í 2021.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, gjørdist 12,0 mió.kr. í 2021, sammett við 8,3 mió.kr. í 2020. Vøksturin er 46 prosent.
Ársúrslitið eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 7,7 mió.kr. samanborið við 4,9 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum í 2021 var tí 57 prosent.
Tavan Sp/f hevði við árslok 2021 ein eginpening á 50,3 mió.kr. Trygdarevnið, sum er er eginogn í mun til samlaðu ogn og skyldur var 81 prosent, sum verður mett at verða sera gott.
Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 562,0 mió.kr., harav fastar ognir 12,8 mió.kr. og ognir í umferð vóru 49,1 mió.kr. Harav var tøkur peningur 15 mió.kr. Vørugoymslunar við árslok 2021 vóru 18,4 mió.kr.
Felagið hevði við árslok 2021 onga langfreistaða skuld, meðan stuttfreistaða skuldin var 11,4 mió.kr., samanborið við 8,5 mió.kr. í 2020.
Gjaldførið var sera gott í 2021, har gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var heili 430 prosent.
Niðurstøðan er tí, at Tavan framvegis er ein fíggjarliga sterk fyritøku, sum bæði kann vísa á ein góðan rakstur síðstu árini, eitt vaksandi úrslit í 2021 og hevur ein góðan egninpening, onga langfreiðstaða skuld og hevur eitt sera gott gjaldførið.
Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.
Eigarar av Tavan Sp/f eru Largo Sp/f J.E. Sp/f, JMR Sp/f, Norðoya Íløgufelag og Insula AS, sum er eitt norskt felag.
Stóri í Tavuni er Joen Magnus Rasmussen og nevndarformaður er Ingvar Joensen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald