Innanlands

Thor besta garnaskipið í 2025

Thor avreiddi fyri 25 milliónir krónur í fjør

Thor gjørdist besta garnaskipið í 2025 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Thor gjørdist besta garnaskipið í 2025 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-03 10:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Thor gjørdist besta garnaskipið í flotanum í fjør.

Tað vísir eitt yvirlit hjá Vørn.

Fýra fiskiførð eru á yvirlitinum, og nummar tvey á listanum gjørdist Oknin, sum avreiddi fyri 21.628.695 krónur. 

Nummar trý gjørdist Túgvusteinur við einum avreiðingarvirði á 21.383.193 krónum. 

Niðast á listanum er garnabáturin Gudrun úr Klaksvík, sum avreiddi fyri 2.744.918 krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder