- Vit yvirtóku Vos Shine í Singapor hósdagin 14. okt. og tá var merkið vundið upp í mastrina. Skipið er keypt tí vit royna at menna okkum, eisini í fjølbroytni.
Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari í reiðarínum Thor í Hósvík.
- Skipið er bygt í Kina í 2012, er 60 metrar langt og 14,9 metrar breitt. Tað hevur arbeitt í frálandavinnu, men skal nú umbyggjast, so tað kann gera onnur arbeiði eisini, sigur hann.
- Skipið kemur at arbeiða í frálandavinnu ymsastaðni í Asia, og harumframt ætla vit eisini at gera geologiskar botnkanningar, sigur Hans Andrias Kelduberg.
Fyribils kemur skipið at eita Vos Shine og skipari verður Helgi Pauli Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald