Jólaaftansmorgun fekk samtakið Varðin eina gleðiliga jólagávu tá ið skrokkurin til nýggja frystitrolaran hjá reiðarínum, sum varð sleipaður úr Póllandi, kom á Skála.
Nógv fólk, sum eru knýtt at samtakinum, vóru samlaði at taka ímóti skrokkinum hjá frystitrolaranum, sum verður góðar 44 metrar langur, og 11,6 metrar breiður.
Navnið verður Dunga Jákup, sum er eftir Jákup Jacobsen, sum var annar av stovnarunum av Varðanum og var stjóri í samtakinum í heili 35 ár.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/12/24/890x590/1766578791jln9d5jbdc.webp)
Dunga Jákup verður navnið á nýggja frystitrolaranum hjá Varðanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jákup Jacobsen, ella Dunga Jákup, sum hann bleiv kallaður, gavst sum stjóri í august 2020, og andaðist beint fyri jól í fjør, so tað var ein rørandi løta tá ið skrokkurin við navninum Dunga Jákup kom á Skála jólaaftansmorgun.
Tá ið Jákup Jacobsen fór frá sum stjóri, tók sonurin Bogi Jacobsen við sum stjóri.
Frystitrolarin er sera framkomin, og skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og MEST, og málið hevur verið at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð, sum møguligt.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/12/24/890x590/1766578834pnxuprpo8n.webp)
Sniðið á Dunga Jákup er gjørt í tøttum samstarvi millum Varðan opg Mest (Mynd: Sverri Egholm)
Mest hevur áður bygt trolarar og hava fyri nýliga bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra – so vit valdu MEST at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara, segði Bogi Jacobsen, reiðari, við Mest.fo.
Skipið skal hava eina verkasmiðjusloysn við frystiorku á 40 tons um dagin, og Dunga Jákup kemur í flotan fyri Rankan, sum Varðin seldi til Sandavágs í 2023.
Nú er skrokkurin komin til Føroya, og nú skal Mest standa fyri arbeiðinum at samskipa restina, har fleiri undirveitarar koma at hjálpa til at gera skipið liðugt.
Gongur alt eftir ætlan, so verður skrokkurin liðugur og handaður Varðanum á sumri í 2026.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/12/24/890x590/1766578100mo67tsrol1.webp)
Dunga Jákup kom ómálaður á Skála, so málingaarbeiðið skal eisini gerast í Føroyum (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Sí eisini: Myndir: Dunga Jákup komin á Skála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald