2026-05-26 07:17
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað 430 tons av sild til Varðan Pelagic, og hevur nú fiskað sildakvotuna.
Tróndur í Gøtu hevur havt góðan fiskiskap eftir sild eystanfyri Føroyar hendan túrin.
Tá ið liðugt var at landa á Tvøroyri, fór skipið á Runavík, har tað nú verður riggað til at fara á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.
Tróndur í Gøtu fer til fiskiskap í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald