2023-09-09 21:01
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa makrel.
Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og við til lands hevði skipið 300 tons, sum varð landað til Pelagos í Fuglafirði, har makrelurin verður landaður til matna.
Øll makrelskipini eru komin í føroyskan sjógv at fiska aftur, eftir at hava fiskað í altjóða sjógvi í eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald