2024-02-13 16:54
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin skal landst til ídnað.
Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald