2026-01-12 07:13
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár á Tvøroyri, har skipið skuldi landa makrel.
Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelvieðu í bretskum sjógvi, og við til lands hevði skipið umleið 330 tons av makreli, sum bleiv landaður til Varðan Pelagic, har makrelurin verður landaður til matna.
Seinastu dagarnar hevur makrelprísurin ligið omanfyri 30 krónur kilo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald