2022-01-20 10:16
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í morgun á Tvøroyri, har skipið skal landa sild.
Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Tróndur í Gøtu hevur umleið 700 tons av sild sum skal landast til Varðan Pelagic, har sildin fer til matna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald