Innanlands

Trý skip aftrat farin á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi

Borgarin, Norðingur og Gøtunes loystu øll um midnáttarleitð og hava sett kós suðureftir móti svartkjaftafeltinum

norgarin er eitt av skipunum, sum er farið á svartkjaftaveiðu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

norgarin er eitt av skipunum, sum er farið á svartkjaftaveiðu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-07 10:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrsta páskadag fór uppsjóvarskipið Finnur Fríði á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og var fyrsta skipið, sum loysti frá bryggju.

Um middnáttarleitið loystu trý skip aftrat og settu kós móti svartkjaftafeltinum sunnanfyri. Talan er um Borgarin og Norðingur, sum hava ligið í Ánunum seinastu tíðina, og Gøtunes, sum hevur ligið á Runavík.

Skipini vera á fiskileið seinnapartin í dag.

Fagraberg liggur á Fuglafirði og riggar seg til at fara til fiskiskap aftaná at skipið kom til Føroya fyri fyrstu ferð í síðtu viku. 

Høgaberg liggur í Skagen, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt við skipið.

Í Vági liggur Ango og í Kollafirði liggur Katrin Jóhanna. 

Ran og Hoyvík liggja á Oyri, meðan Arctic Voyager liggur á Hulki.

Á Runavík liggja Birita, Tróndur í Gøtu og Tummas T og á Klaksvík liggur Christian í Grótinum, sum helst eisini fer á svartkjaftaeiðu fyrsta dagin. Vestmenningur liggur eisini á Klaksvík í løtuni.

Norðborg liggur á Havnini, har skipið fær eina umfatandi dagføring, og fer ikki til fiskiskap aftur fyrr enn summarið er við at halla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder