2025-12-27 21:13
Allur tann føroyski fiskiflotin hevur ligið við bryggju um jóltíðir, men í dag loystu trý uppsjóvarskip og fóru at leita eftir sild.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/02/890x590/1751494275zxdluxtauc.webp)
Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Christian í Grótinum, Borgarin og Norðborg eru øll norðanfyri Føroyar, har tey leita eftir sild, og um eingin sild verður funnin í føroyskum sjógvi, verður farið í altjóða sjógv at royna.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/28/890x590/1638097232t9scfqcubj.jpeg)
Norðborg (Savnsmynd: Reiðaríið)
Í altjóða sjógvi royna donsku uppsjóvarskipini Beinur og Isafold, umframt nøkur russisk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald