Eitt fyri m.a. føroyingar sera álvarsligt mál verður tikið upp á seinasta degnum á Atlantic Fair í Klaksvík, nevniliga spurningurin um trygd á sjónum.
Víst verður á, at tað var Titanic skipbrotið, ið setti ferð á trygdarmentan og fokus á, hvar IMO við konventiónum og kodum sum SOLAS, MARPOL, STCW og ISM áhaldandi hevur økt um trygdarkrøvini á sjónum og víst verður á, at vanlukkur ofta hava sett ferð á hesa menningartilgongd.
Fyrilestrarhaldarin kemur so eisini inn á, hvussu trygdarskeið í breiðum høpi tóku seg upp í Føroyum. Greitt verður síðani úr Sjónáms sjónarhorni, hvussu stovnurin hevur bygt upp eitt sterkt renomé sum veitari av skeiðum við høgari góðsku og hvar vit nú eru á gáttini til OPITO góðkenning, ið letur dyrnar upp fyri, at stovnurin í altjóða høpi kann bjóða skeið til manning á pallum og frálandaskipum.
Til seinast verður nortið við, at vit als ikki eru komin á mál hesum viðvíkjandi í Føroyum, men at tað serliga í fiskivinnuni haltar við td venjingum umborð, tí stundir ikki eru til tað. Mentanin í flestu fiskiskipareiðaríum og øðrum parti av flotanum við, gevur tíverri ikki nógva rúmd fyri trygdaratliti, og ein hugburðsbroyting fyri ikki at siga mentanarkollevelting er neyðug fyri at bøta um støðuna. Fyrilestrarhaldari er stjórin á Sjónámi, Brandur í Funningsstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald