2021-07-20 10:17
Grønlendski trolarin Tuugaalik kom í gjár á Klaksvík, har teir skulu landa.
Tuugaalik hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Tuugaalik hevur 341 tons tilsamans, og har 245 tons er makrelur, og 73 er toskur, meðan restin er blanda fiskasløg.
Makrelurin er fiskaður í altjóða sjógvi, og toskurin í Eysturgrønlandi.
Byrjað varð at landa Tuugaalik í morgun klokkan átta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald