Innanlands

Tvær ferðir boð eftir Tjaldrinum

Í gjár fekk eitt fiskiskip maskinbrek, og í nátt fekk ein útróðrarbátur sjógv í lastina

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

2024-02-13 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tjaldrið hevur í nátt fylgt einum útróðrarbáti til Klaksvíkar.

Klokkan 2.45 boðaði skiparin á bátinum, sum varð staddur norðanfyri, frá, at hann hevði fingið nakað av sjógv í lastina. 

Tjaldrið og báturin komu til Klaksvíkar tríggjar tímar seinni, skrivar Vørn.

Stutt eftir klokkan 11 í gjár sleipaði Tjaldrið eisini eitt fiskiskip, sum hevði fingið maskinbrek eystanfyri Fugloy. 

Skipini komu til Klaksvíkar um 18-tíðina í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder