Innanlands

Tvær landingar á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu og Birita eru komin inn við sild

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-12-07 19:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Birita eru komin á Tvøroyri, har skipini skulu landa sild.

Tróndur í Gøtu landaði fyrst og hevði 1.000 tons við til lands, Sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.

Birita hevur umleið 400 tons, sum eisini eru fiskaði í íslendskum sjógvi.

Sildin verður landað til Varðan Pelagic, har hon verður framleidd til matna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder