Innanlands

Tveir flakatrolarar til Føroya at landa

Enniberg er ávegis til Føroyar við 750 tonsum, og grønlendski flakatrolarin, Sisimiut, verður her í morgin við 510 tonsum

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-01 18:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolararnir Enniberg úr Havn og Sisimiut úr Nuuk eru ávegis til Føroya at landa.

Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og hevur tilsamans 750 tons av flaki, og verður eftir ætlan á Havnini mikudagin.

Fiskiskapurin hevur verið góður, tó kom steðgur í, av tí at Enniberg fekk boð um at gevast við fiskiskapinum frá russiskum mynduleikum.

Tað vísti seg skjótt at vera ein misskiljing, og Enniberg byrjaði at fiska aftur, tó misti skipið eini tvey døgn í rokfiskiskapi.

Flakatrolarin Sisimiut verður á Klaksvík í morgin, har skipið skal landa 510 tons av flaki.

Sisimiut hevur eisini verið til fiskiskap í Barentshavinum.

[object Object]Sisimiut (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder