14 menn eru bjargaðir av frystilínuskipinum Kambi, sum í morgun fekk ein sjógv, men tveir menn eru saknaðir. MRCC sigur í tíðindaskrivi, at Brimil samskipar leitingina, men at umstøðurnar á staðnum eru vánaligar.
MRCC:
Um 7-tíðina í morgun sendi Kambur neyðarkall. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bátarnar.
Skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið har Kambur var staddur. MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vóru send til Brimil og tyrluna og onnur skip í økinum. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.
Tyrlan fekk tikið 13 menn av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður afturat bleiv tikin av og fluttur til lands. Manningin taldi 16 í alt, so tveir menn eru saknaðir.
Leiting eftir teimum saknaðu verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald