Innanlands

Tvey skip komin inn at leggja veiðuna upp á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu er komin inn við svartkjafti, og tummas T er komin inn við gulllaksi

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Gorm niclasen)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Gorm niclasen)

2026-05-06 16:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera í hesum døgum.

Tróndur í Gøtu er komin inn við umleið 1.300 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Fiskiskapurin hevur verið góður, og verður landaður til matna hjá varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Tummas T hevur júst landað 140 tons av gulllaksi til Varðan Pelagic. 

Tummas T hevur eisini roynt í føroyskum sjógvi hendan túrin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder