Havstovan: Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022, og fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma.
Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskaði 115 kg av svartkalva um tíman, so í 2022 var veiðan eitt vet undir miðal.
Veiða uppá roynd fyri svartkalva. Miðalveiðan fyri 1995-2021 (stiplaða linjan) var 115 kg um tíman. Í ár var veiðan 106 kg um tíman.
Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákup Sverra áðrenn fráferð, bleiv túrurin einans tríggjar dagar langur og ikki seks sum ætlað. Av tí sama vórðu einans 11 støðir tiknar og tær vóru allar eystanfyri.
Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.
Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995.
Á hesum túri verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar og botnhitin er vanliga um 1-2 °C.
Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald