
Frihedsbrevet hevur í dag stóra grein um, at eigararnir av uppsjóvarskipinum Biritu, sum eru feløgini Sp/f BL við Birgir Lützen og Sp/f 14.5, sum er felagið hjá Kim Durhuus løgtingslimi, og børnum hansara, ætla at selja skipið við kvotum.
Birgir Lützen eigur nógv tann størsta partin í reiðarínum, 60 prosent, meðan Kim Durhuus eigur 30 prosent saman við børnunum.
Tá tað kom fram í apríl í ár, at Jupiter skuldi seljast til Klaksvíkar við kvotum, tosaði Fiskur.fo við Birgir Lützen, reiðara, og spurdi um teir eisini umhugsaðu at selja Birutu við kvotum. Tá svaraði reiðarin, at tað vóru ongar ætlanir um.
- Vit hava fingið onkrar fyrispurningar uppá skip og kvotur, men vit hava einki ynski um at selja, av tí at vit ynskja at okkara børn og barnabørn einaferð skulu fáa møguleikan at fáa lut og møguleikan at virka í hesari vinnuni, sum vit eru í, segði Birgir Lützen, reiðari, tá.
Birgir Lützen legði aftrat, at hann ynskti ikki at alt tilfeingið skal enda hjá nøkrum fáum familjum, og tí er ikki áhugi at selja, men heldur at halda fram.
Les eisini: Birgir Lützen: Ongar ætlanir um at selja skip og kvotur
Síðani vit tosaðu við Birgir Lützen, reiðara, í apríl í ár, eru tilmælini frá ICES komin, sum mælir til ein sera stóran niðurskurð av kvotunum av makreli og svartkjafti, men samstundis er prísurin á makreli farin sera nógv upp.
Reiðaríið hjá uppsjóvarskipnum Biritu fekk tillutað kvotur í 2021 frá landinum til ítøkiligt skipakeyp. Tað var samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum lutaði hesar kvoturnar út til tveir nýggjar aktørar. Reiðaríið hjá Biritu og reiðaríið hjá Ango úr Vági.
Tilsøgnin, sum skipini fingu tá vóru:
• 9.490 tons av svartkjafti
• 3.007 tons av makreli
• 4.162 tons av norðhavssild
Sambært keldum, sum Frihedsbrevet hevur tosað við, er skipið við kvotum vert umleið 300 milliónir krónur.
Vit hava roynt at fingið fatur á Birgir Lützen, reiðara, men tað hevur ikki eydnast. Vit hava heldur ikki fingið váttað, at nøkur aktuell søla liggur á borðinum, men sum Fiskur.fo skilur frá álítandi keldum, so eru tað fleiri, sum ynskja at keypa saman, og síðani deila ímillum sín.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald