Innanlands

Umhvørvisstovan gjørt samstarvsavtalu við norska sjókortmyndugleikan

samstarvspartanir kunnu nú nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum

Sigurð í Jákupsstovu og Birte Noer Borrevik, stjórar í ávikavíst Umhvørvisstovuni og Kartverkert, undirskriva sjókortavtaluna (Mynd: Umhvørvisstovan)

Sigurð í Jákupsstovu og Birte Noer Borrevik, stjórar í ávikavíst Umhvørvisstovuni og Kartverkert, undirskriva sjókortavtaluna (Mynd: Umhvørvisstovan)

2022-03-18 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska Kartverkert (www.kartverket.no) og Umhvørvisstovan gjørdu mánadagin 14. mars samstarvsavtalu innan sjókortøkið.

Samstarvsavtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi, skrivar Umhvørvisstovan.

Sum dømi kann nevnast, at samstarvspartanir kunnu nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum.

Umhvørvisstovan sigur seg fegnast um at hava fingið hesa samstarvsavtalu í lag, sum er ein avtala sum ásetur karmarnar fyri framtíðar samstarvi við Noreg um sjókort.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder