Fiskimálaráðið: Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at eisini fiskifør, ið hava menningarkvotu av svartkjafti, sum er løgd um til egna árskvotu, skulu kunna flyta kvotu millum ár.
Hetta ber í sær, at hesi fiskifør kunnu flyta upp til 10 prosent av egnu svartkjaftakvotuni í 2022 til árið eftir, ella fiska upp til 10 prosent upp um kvotuna í 2022. Ov nógv fiskað í 2022 verður mótroknað í egnu svartkjaftakvotuni hjá skipinum í 2023.
Avgerðin er tikin samsvarandi ásetingini í grein 34, stk. 4 í sjófeingislógini.
Avgerðin fær gildi frá hósdegnum 5. mai 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald