Innanlands

Ungir granskarar á Fiskaaling

Morten Svinding Pedersen og Ólavur av Fløtum Mittún, lívfrøðilesandi á universitetinum í Keypmannahavn arbeiða í løtuni við eini verkætlan á Fiskaaling, har teir kanna laks og laksalús

2022-03-14 20:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fiskaaling: Alivinnan stríðist støðugt við laksalúsini, sum er ein stórur trupulleiki fyri vinnuna. Morten Svinding Pedersen og Ólavur av Fløtum Mittún eru báðir lívfrøðilesandi. Teir arbeiða á Fiskaaling við eini verkætlan, har teir kanna, um mikrobielstyrkjan av smoltinum við Stembiont ávirkar reproduktiónina hjá laksalúsini (Lepeophtheirus salmonis).

24 ára gamli Morten Svinding Pedersen úr Allerød á Norðursælandi og javngamli Ólavur av Fløtum Mittún úr Havn eru báðir Bachelorlesandi á triðja ári á Københavns Universitet. Teir gera í løtuni verkætlan á Fiskaaling, har teir gera praktiskar royndir og nærri kanningar av laksi og laksalús.

Í verkætlanini savna Morten og Ólavur kynsbúnar laksalús úr ymsum alibrúkum og kanna síðani, hvussu nógvar heilt ungar laksalús (naupliir) eru klaktar. Royndir verða gjørdar av bæði Stembiontviðgjørdum og óviðgjørdum laksi. Eftir 14-16 dagar skuldu øll eggini verið klakt, og so kanna teir, hvussu nógvar naupliir eru komnar burtur úr teimum ymsu alistøðunum.

Tá øll eggini eru klakt og seinastu royndirnar eru tiknar í Føroyum, fara teir báðir niður aftur á universitetið at analysera innsavnaðu dáturnar. Seinni í juni mánaði verður vónandi ein ábending funnin, sum kann siga, hvussu væl Stembiont verjir ímóti laksalús.

Bakkafrost og Hiddenfjord stuðla verkætlanini.

Morten Svinding Pedersen hevur søkt víðari lesnað í mikrobiologi, og hann fer púra vist at vitja aftur í Føroyum. Helst tá veðrið verður eitt sindur betri, sigur Morten Svinding Pedersen. Ólavur av Fløtum Mittún hevur søkt víðari lesnað í havlívfrøði, og síðani er ætlanin at flyta heim aftur til Føroya, tá kandidatútbúgvin er lokin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder