Vertíðin fyri svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi er á gáttuni, og fyrstu skipini eru longu farin at leita.
Christian í Grótinum hevur verið á feltinum sunnanfyri Føroyar síðan mikudagin í síðstu viku, men fiskiskapurin er smáligur verður sagt. Teir hava valt at leita samstundis sum teir royna útgerðina umborð.
Vestmenningur er nú eisini komin á feltið, og bæði Birita og Borgarin fóru av Havnini í dag, har skipini hava ligið seinastu dagarnar og riggað til at fiska svartkjaft. Skipini eru farin á Fuglafjørð.
Tvey íslendsk skip eru eisini í Føroyum. Talan er um Bjarna Ólafsson, sum hevur staðið á bedingini hjá Mest í Havn seinastu vikurnar, og um Børk, sum kom til Føroyar í dag.
Svartkjaftafiskiskapurin plagar at byrja fryst í apríl, men í ár hevur gingið eitt sindur seinni enn vanligt. Mett verður at fiskiskapurin tekur seg upp um knappar tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald