2022-10-08 18:56
Fleiri uppsjóvarskip eru komin á Tvøroyri seinastu dagarnar, har skipini skulu landa makrel til Varðin Pelagic.
Katrin Jóhanna er komin á Tvøroyri við 600 tonsum, Tummas T er komin inn við 560 tonsum, Finnur Fríði hevur 110 tons og Jupiter hevur eisini umleið 560 tons av makreli.
Øll skipini hava fiskað makrel í norskum sjógvi, og makrelkvotan er nú fiskað. Skipini fara nú at fyrireika seg til sildafiskiskapin seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald