Tøknilig menning hevur avgerandi týdning fyri framleidnisvøkstur í fiski- og alivinnuni. Í Føroyum eru fleiri spennandi fyritøkur, sum í gerandisdegnum leggja dent á at menna útgerð og tænastur til fiski- og alivinnuna við tí fyri eyga at betra um lønsemið.
Tvær av hesum fyritøkunum eru JT Electric og Petur Larsen, sum hava víst í verki, at tær klára at kappast við stórar fyritøkur á altjóða marknaðinum. Tað, sum fyritøkurnar hava til felags, er, at tær í stóran mun byggja á vitan og hugflog hjá starvsfólkunum, og at tær arbeiða miðvíst og tilvitað við menning.
Á tiltakinum fer Suni E. Justinussen, stjóri, at greiða frá JT Electric og vørunum, tey hava ment. Hann fer at tosa um menningartilgongdina hjá fyritøkuni, og hvat er týdningarmikið at leggja dent á, tá ið arbeitt verður við menning, umframt møguleikar og avbjóðingar hesum viðvíkjandi.
Robert Andreasen, menningarleiðari, fer at greiða frá arbeiðnum og framtíðarætlanum við nýggju menningardeildini hjá Petur Larsen. Hann fer eisini at hugleiða um møguleikarnar og avbjóðingarnar fyri framman, umframt at hann fer at greiða frá menningini av konseptinum av nýggju flakamaskini, sum fyri kortum varð seld til Baader.
Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið. Neyðugt er at boða frá luttøku til tiltakið her.
Um Ocean Cluster Faroes
Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.
Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald