Í 2025 útfluttu føroyingar fyri 13,6 milliardir krónur, sum eru knappar 1,4 milliardir meira enn í 2024.
Fiskavøruútflutningurin var 12,8 milliardir krónur. Hann er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur - ella 12,5 prosent.
Útflutningurin av fleiri av týdningarmestu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað, skrivar Hagstovan.
Útflutningsvirðið á laksi vaks 412,5 milliónir krónur - ella 7,2 prosent - í fjør. Útflutta nøgdin vaks við góðum 24.000 tonsum.
Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 677,4 milliónir krónur - ella 52,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin nærum 10 prosent.
Útflutningurin til ES vakstin við 1,4 milliardum
Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES og til Asia annars - fyri tað mesta Kina.
Í fjør varð útflutt til ES fyri 6,8 milliardir krónur - ein vøkstur á yvir 1,4 milliardir krónur.
Fimm lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum - USA, Danmark, Spania, Bretland og Niðurlond, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald