Fiskidagarnir hjá bólki 5 B vóru uppi í oktober í ár.
Løgtingið samtykti einmælt fyrr í vikuni at broyta sjófeingislógina soleiðis, at landsstýrismaðurin eisini kann loyva, at óbrúktir fiskidagar í bólki 5 í 2024 kunnu flytast til 2025. Eftir nýggju ásetingini í lógini kann dagatalið í bólki 5, at flyta til árið eftir, tó ikki vera meira enn 10 prosent av tillutaðu døgunum árið fyri.
Kunngerðin, sum nú er lýst, ber í sær, at bátar í bólki 5 B kunnu brúka av flutta dagatalinum og avreiða veiðuna.
Enn eru dagar eftir hjá fullriknu bátunum í bólki 5 A , men um teirra dagar verða uppi, kunnu teir eisini brúka av fluttu døgunum.
Í 2024 fekk bólkur 5 samanlagt tillutað 7.765 fiskidagar. Av hesum vórðu 3.042 ikki brúktir. Við avmarkingini upp á 10 prosent vera sostatt 757 fiskidagar at flyta til 2025.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald