Innanlands

Vænta at Klevstrand er á Fuglafirði í morgin árini

Brimil er seinnapartin komin til danska farmaskipið, sum sendi neyðarkall út vestan fyri Føroyar í morgun

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2022-03-01 16:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brimil er seinnapartin komin til danska farmaskipið Klevstrand, sum í morgun sendi ut neyðarkall.

Brestir, sum hevði fylgt Klevstrand móti Føroyum, var tá leysgivin. Somuleiðis er tyrlan hjá Arktis Kommando leysgivin og sama er við tyrluni hjá Atlantic. 

Klevstrand og Brimil verða væntandi á Fuglafirði einaferð fyrrapartin í morgin. Støðan umborð er stabil, sigur MRCC.

Veðrið var vánaligt á leiðini vestur úr Mykinesi, og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið. Umvegis Niðurlond og Írland vóru fyrstu boðini frá skipinum, at manningin mátti av skipinum, sum skjótast.

Men seinni kom meira tamarhald á støðuna, og sum støðan er í løtuni, er ikki ætlanin at manningin skal av skipinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder