Innanlands

Vágbingar taka ímóti nýggja Ango

Klokkan 13 leygardagin verður móttøka í djúphavnini í Vági. Nýggi Ango kemur á Vág

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-10-07 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin, leygardagin 8. oktober, kemur nýggi Ango á Vág, og í tí sambandi verður móttøka.

Hon verður á djúphavnini klokkan 13.

Tað er reiðaríið Sp/f Ango í Vági, sum hevur keypt uppsjóvarskipið úr Íslandi fyri gamla Ango, sum annars kom í flotan í 2021.

Nýggi Ango er bygdur í 1999. Skipið er 1775 bruttotons til støddar, og 68 metrar langt og 13 metrar breitt.

Umboð fyri Vágs býráð ber fram røðu, og møguleiki verður eisini hjá fólki at sleppa umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder