Innanlands

Vanvirðislig viðferð av manningum

Manningarnar, ið rinda ein stóran part av tilfeingis- og uppboðssølugjøldunum, hava einki umboð í arbeiðsbólkinum, sum skal koma við uppskoti til eina nýggja skipan til eitt yvirskotsgrundað gjald, ið tekur hædd fyri rakstrarútreiðslunum hjá skipunum. Hinvegin hava reiðararnir heili trý umboð. Hetta er ógvuliga átaluvert, heldur Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag (Mynd: Sverri Egholm)

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-23 11:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

At landsstýrismaðurin í fíggjamálum hevur sett ein arbeiðsbólk umboðandi vinnu og fyrisiting, sum skal koma við einum uppskoti um nýggja skipan til eitt yvirskotsgrundað gjald, ið tekur hædd fyri rentuútreiðslum, oljuútreiðslum og fiskaprísi, uttan at taka nakað umboð fyri manningarfeløgini við í hetta arbeiðið, er vanvirðisligt og átaluvert.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og vísir á, at júst manningarnar rinda ein stóran part av teimum gjøldum, sum verða tikinn inn.

- Eg undrist stórliga yvir, at tveir persónar frá Reiðarafelagnum og ein frá Felagnum Nótaskip eru við í bólkinum, og einki umboð fyri manningarfeløgini. Okkara limir rinda ein stóran part av tilfeingis- og uppboðssølugjøldunum, men vit skulu einki hava at siga, tá ræður um at gera eina nýggja skipan. Hetta líkist ongum, og tað vil eg staðiliga átala, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Formaðurin vísir á, at undan løgtingsvalinum varð nógv tosað við manningarfeløgini um bæði eitt og annað.

- Nú eru vit sum luft fyri øllum pørtum. Hetta finna vit okkum als ikki í, sigur Annfinnur Garðalíð, ið somuleiðis staðiliga átalar, at tíðin at geva hoyringssvar er órímuliga stutt.

Í arbeiðsbólkinum hjá fíggjarmálaráðharranum eru umboð fyri Fíggjarmálaráðið, TAKS, Vørn, Reiðarafelagið og Felagið Nótaskip, men altso einki umboð fyri manningarfeløgini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder